Javnaðarflokkurin fordømir ágang móti samkyndum

Starvsnevndin í Javnaðarflokkinum fordømir ta jagstran og tann ágang, sum í alt størri mun verður framdur ímóti samkyndum í okkara samfelag. Vit taka frástøðu frá valdsnýtsluni og niðrandi atburðinum, ið tykist vinda uppá seg.

Tryggjar lóggávan ikki á nøktandi hátt allar borgarar, so má hon broytast.

Tórshavn 4. oktobur 2006

Starvsnevnd Javnaðarfloksins