Javnaðarflokkurin finnur eina loysn

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í tingbólki Javnaðarfloksins, veit ikki at siga, um Katrin Dahl Jacobsen verður í tingsalinum í morgin, tá atkvøðast skal um skerjingar í fiskidøgunum.

Men hon vissar tó um, at verður Katrin Dahl Jacobsen burturstødd í morgin, so finna tey eina loysn. Annaðhvørt við at fáa onkran annan at ”cleara”, tað vil siga ikki greiða atkvøðu, ella verður varafólk innkallað.

Katrin Dahl Jacobsen var ikki til staðar, tá atkvøtt var til 2. viðgerð í gjár. Men tá høvdu hon og Bjarni Djurholm gjørt eina ”clearings”-avtalu, sum merkir, at hann ikki atkvøddi, tí hon ikki var til staðar, soleiðis at býti av atkvøðum fyri og í móti skerjingum av fiskidøgunum var óbroytt.

Bjarni Djurholm hevur tó sagt við Portalin í dag, at henda avtalan bara var galdandi fyri í dagin í gjár. Hann sigur somuleiðis, at hann í morgin fer at atkvøða í móti uppskotinum. Sostatt fær bólkurin av nei-atkvøðum, tað vil siga teimum, sum atkvøða í móti skerjingum av fiskidøgunum eina atkvøðu aftrat og sostatt stendur á jøvnum 16 fyri og 16 ímóti.

Tí er tað ógvuliga avgerandi, um Katrin Dahl Jacobsen møtir í morgin ella ei. Hon er á fundi hjá Norðurlandaráðnum og forkvinnan í tingbólki Javnaðarfloksins visti í dag ikki at siga, um Katrin Dahl Jacobsen kom til atkvøðugreiðsluna í morgin.

Fyrst á listanum yvir varafólkini er Mikkjal Sørensen, sum er burturstaddur. Næst honum er Nita Næs og síðani Kristoffur Gaardlykke.