Politiska orðaskiftið á Hvonn Live er farið í gongd, og glið er veruliga komið á myndatalurnar. ? Føroyskur politikkur er júst sum í sendingini »Fínt skal tað vera«. Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
? Javnaðarflokkurin er sum Hyacinth, og gartar upp um alt. Sambandsflokkurin er sum Richard, sum bara letur alt um seg fara. Rósa Samuelsen er kanska hin grannakonan, sum fer at rista við koppunum, hvørja ferð Hyacinth gartar upp. Fólkaflokkurin er sum Sheridan, sum altíð ringir heim og biður um pengar, og kanska Johan Dahl og Magni Laksáfoss, teir eru júst sum tann gamli pápin, sum gongur og rennur í berum undirklæðum runt í buskunum við einum forladara, men sum altíð verður hálaðir inn aftur. Har eru vit so kanska sum Onslow, ásannar Høgni Hoydal.
- Ja, tann sum ongantíð torir at vera við har, sum tingini henda, svaraði Jørgen Niclasen aftur.
Flokksformennirnir í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal, Jóannes Eidesgaard og Jørgen Niclasen standa í hesu løtu í heitum orðaskifti um politiska landslagið í Føroyum.
Spurningur hevur verið frammi, um talan er um kaos ella kós.
Jóannes Eidesgaard sigur, at allar samgongur hava eina kós, og at eftirtíðin má so vísa, um teir hava rokkið kósini, ella um kósin var rætt.
Jørgen Niclasen heldur at orðaskiftið í miðlunum er ógvusligari enn innanveggja, meðan Høgni Hoydal heldur, at tað hevur ongantíð verið størri ruðuleiki.
Politiska orðaskiftið verður varpað beinleiðis á Rás2 í sendingini Hvonn Live.