Mong seta sær óiva spurningin, um tað yvirhøvur ber til at stýra Føroyum við skili, tá ein nærum dagliga hevur verið vitni til tað politiska menningarstig, ið samgonguflokkarnir síðan 1998 eru á.
Orsaka av okkara serligu ríkisrættarligu støðu í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland, hava vit eina eyka dimensión í føroyskum politikki umframt ta klassisku høgra og vinstra, nevniliga samband og loysing. Hesin veruleiki setur serlig krøv til føroyskar flokkar og politikarar, men ásannast má, at flestu flokkar ikki megna á skynsaman hátt at virka í hesum veruleika og eru tí endaðir sum óarbeiðsførar hugsjónarligar fløkjur.
Einasti flokkur í Føroyum, ið er ein nøkurlunda hugsjónarlig eind við realpolitiskum boð uppá, hvussu vit, á solidariskum grundvølli, kunnu menna tjóðina og virka fyri sjálvræði við støði í okkara ríkisrættarliga veruleika, er Javnaðarflokkurin.
Hóast vit hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, eru ikki stórvegis ábøtur gjørdar innan almanna- og heilsuøkið og skúlaverkið, og tí eru enn tung tøk at taka, sum best takast við einum sterkum Javnaðarflokki í leiðslu landsins. Serliga má arbeiðast fyri at betra um korini hjá teimum við skerdum møguleikum, bæði ungum og gomlum. Tey sum kenna søguna vita, at Javnaðarflokkar saman við fakfelagsrørsluni, hava gingið á odda í stríðnum fyri at skapa fyritreytir fyri einum samfelag fyri øll.
Samfelagiðsmenningin má stýrast við neyðugum fyriliti fyri tí einstaka og fyri solidaritetinum, og tí eiga vit á valinum 20. januar at standa saman um at verja og menna tær vælferðarskipanir, ið eru altavgerandi fyri okkara trivnað. Besti møguleikin fyri at fáa ávirkan er at taka aktivan lut.
Gott val