Elin Lindenskov
býráðslimur
www.lindenskov.com
??????
Á Javnaðarlistanum í Suðurstreymoy eru átta kvinnur og seks menn uppstillað til kommunuvalið. Soleiðis er Javnaðarflokkurin vorðin ein rættur kvinnulisti. Javnaðarflokkurin hevur fingið fleiri sterkar kvinnur at stilla upp, har í millum eisini fleiri nýggj andlit. Allar vilja vit gera okkara besta fyri at fáa í minsta lagi tvær og helst fleiri kvinnur valdar á okkara lista.
Tað er hart tiltrongt, at kvinnur verða valdar í Tórshavnar býráð. Í løtuni sita vit bara tríggjar kvinnur ímóti 10 monnum. Eitt so skeivt kynsbýti ger, at málini, í allar flestu førum einans verða sædd og lýst við manseygum. Menninir hugsa mest um at byggja bygningar, vegir, havnir, parkeringsøki, kloakkir o.s.fr. Teir hugsa minni um, at fólk skulu trívast. T. d. hava vit sæð tað við barnagørðunum, hanr hevur verið hugsað nógv um at byggja bygningarnar. Tá ið bygningarnir eru lidnir, halda teir, at nú er málið loyst. Teir hava ikki hugsað um, at bæði børn og starvsfólk skulu brúka stovnin og trívast har.
Tá ið ferðslan í býnum øktist, gjørdust parkeringsplássini ov fá til allar bilarnar. Tá var beinanvegin hugsað um at leggja grøn økir undir asfalt og betong. Tað var ikki hugsað um, at kanska tað hevði hjálpt, um vit útbygdu Bussleiðina, soleiðis at fleiri fólk fóru at brúka bussin, heldur enn bilin til arbeiðis. Um Bussleiðin bleiv útbygd, kundu vit varðveitt grøn øki í býnum, spart slit á vegir-nar og samstundis fingið reinari umhvørvi við minni bilosa og dusti frá slitnu vegunum.
Um helmingurin av býráðslimunum vóru kvinnur, høvdu málini verið sædd og lýst nógv breiðari, samstundis sum avgerðirnar høvdu verið tiknar á einum breiðari demokratiskum støði. Tí fari eg at heita á teg um at hjálpa okkum at velja ein sterkan javnaðarflokk í býráðið við fleiri kvinnum á.
Tær átta kvinnurnar á javnaðarlistanum eru: Poula Apol, Katrin Dahl Jacobsen, Bjørg Joensen, Gunnvør Joensen, Elin Lindenskov, Meta Palle, Anna Maria Persson og Halla Samuelsen.
Á mínari heimasíðu kanst tú síggja allan listan.










