Landsfundur
Vestmanna: Mál sum eldrarøkt og pensiónir standa allarovast í nýggju valskránni hjá Javnaðarflokkinum, sum formaðurin legði fram á landsfundinum í Vestmanna leygarmorgunin.
Síðan verða viðgjørd mál sum skúlaviðurskifti, fiskivinna, mentan, skattamál, útjaðarpolitikkur, oljuvinna, umhvørvi og sjálvstýrislóg. Skilliga sæst, at gomlu sosialdemokratisku málini verða sett í hásæti.
Ítøkiliga verður skotið upp, at komandi fýra árini skulu 160 ellis- og røktarheimspláss fáast afturat á ellis- og røktarheimunum kring landið.
Hetta er ikki meira enn bráfeingistørvurin er í dag, sigur Javnaðarflokkurin í nýggju valskránni.
Tað fer at kosta landskassanum 80 milliónir krónur í fýra ár at fáa hesi røktarplássini. Kommunurnarn eiga at fáa trygd fyri, at landakassans partur av hesi upphædd verður goldin.
Hækkað fólkapensión
Um fólkapensiónina sigur nýggja valskrá Javnaðarfloksins, at hon skal hækkast til kr .10.000,- fyri stakar fólkapensionistar, meðan hjún skulu fáa 16.000, - krónur um mánaðan í fólkapensión.
Hesi tøl eru grundað á hækkaðar upphæddir av eitt nú løntakara- og arbeiðsgevaragjøldum og ikki minst Samhaldsfasta, sum er eitt hjartabarn Javnaðarfloksins.
Um heimarøktina verður sagt í valskránni, at hon eigur at verða bygd út við eini døgnrøktarskipan.
Mett verður ikki forsvarligt, at nógv fólk liggja einsamøll og óhjálpin, eftir at heimahjálpin er farin seinastu ferð um kvøldið.
Ein døgnrøkt økir bæði um tryggleikan hjá tí, sum hevur hana fyri neyðini, eins og tað ber til at verða verðandi longri í egnum heimi, sigur Javnaðarflokkurin.
Hóast nógvar ábøtur skulu gerast á almannaøkinum, metir javnaðarflokkurin í nýggju valskrá síni, at pláss er fyri skatta- og avgjaldslætta til vanliga borgaran. Í valskránni verður skotið upp at lækka meirvirðisgjaldi úr teimum 25 prosentunum, tað er í dag, niður í 23 prosent.
Men tað, sum kanska mest fer at merkjast hjá pensionistunum, um valskrá Javnaðarfloksins verður veruleiki eftir eitt komandi val er, at flokkurin vil lækka frádráttarmarkið hjá pensionistum, soleiðis at teir kunnu vinna nakrar krónur eyka umframt pensiónina uttan at verða brandskattaðir av hesum.
Fiskidagamarknaður
Um fiskivinnuna verður sagt, at javnaðarflokkurin tekur ikki undir við fullari umsetiligheit í fiskivinnuni. Ein fiskidagamarknaður eigur at verða settur á stovn, har handlað verður við fiskidøgum. Teir dagar, sum ikki verða brúktir, falla aftur til marknaðin.
Gongdina seinastu árini, har einstaklingar hava ríkað seg upp við sølu av fiski- og aliloyvum, sum teir hava fingið fyri einki frá tí almenna, góðtekur Javnaðarflokkurin als ikki. Hendan gongdin eigur at verða steðgað, og er fiskidagamarknaðurin júst eitt gott amboð til tess, verður sagt í valskránni.
Um almennu fyrisitingina verður sagt, at hon virkar ikki nóg væl í dag. Skipanin við nógvu aðalstýrunum skal broytast, so vit fáa eina miðfyrisiting, sum virkar meira sum ein samskipað heild, enn tað, vit síggja í dag.
At Javnaðarflokkurin ongantíð hevur tikið undir við fullveldispolitikkinum hjá sitandi samgongu, hevur flokkurin heldur ikki dult.
Mál floksins í tjóðskaparpolitikkinum er ein sjálvsstýrislóg, sum skal greiða viðurskifitini millum Føroyar og Danmark á ein virðiligan hátt, sum báðir partar kunnu góðtaka, stendur í valskránni.
Fíggjarligi parturin av sjálvsstýrislógini skal greiðast við, at lutfall verður sett millum vøksturin í tjóðarframleiðslu Føroya og eini minking í ríkisveitingini, sigur Føroya Javnaðarflokkur í nýggju valskránni, sum varð løgd fram á landsfundi floksins í Vestmanna um vikuskifti.