Javnaðarflokkur og Tjóðveldi eiga kvinnurnar

Um bara atkvøðurnar hjá kvinnuligu valevnunum taldu við á valinum í Havn, so høvdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vunnið stórt

Um vit taka valúrslitið í Tórshavnar kommunu og reinsa allar atkvøðurnar hjá monnunum burtur – eisini tær hjá Heðini Mortensen í Javnaðarflokkinum, so hevði Javnaðarflokkurin kortini verið greiður vinnari av valinum.
Kvinnurnar í Javnaðarflokkinum fingu tilsamans 1245 atkvøður. Javnaðarflokkurin hevði fingið seks umboð í býráðið.
Tjóðveldi hevði eisini fingið eitt sera gott val, um bara atkvøðurnar hjá kvinnunum taldu við. Flokkurin hevði fingið 1021 atkvøður. Tjóðveldi hevði fingið fimm umboð í býráðið.
Fólkaflokkurin hevði fingið eitt katastrofuval, um bara kvinnuligu atkvøðurnar taldu við. Tí kvinnurnar í Fólkaflokkinum fingu bara tilsamans 115 atkvøður, og flokkurin hevði einki umboð fingið í býráðið.
Framsókn hevði fingið eina góða byrjan í kommunalpolitikki í høvuðsstaðnum, um bara tær kvinnuligu atkvøðurnar taldu við – og eitt umboð í býráðið.
Sambandsflokkurin hevði havt nøkulunda somu undirtøku sum nú, hann hevði 206 kvinnuatkvøður, sum er nóg mikið til ein sess í Tórshavnar býráð.
Um bara kvinnuatkvøðurnar taldu, so vóru býráðslimirnir verið hesir:
Javnaðarflokkurin:
1. Bjørghild Djurhuus
2. Helena Dam á Neystabø
3. Sigrun Mohr
4. Elin Lindenskov
5. Halla Samuelsen
6. Maria Hammer Olsen

Tjóðveldi:
1. Marin Katrina Frýdal
2. Andrea Heindriksdóttir
3. Marja L. Gjógvará
4. Hallbjørg Lamhauge
5. Elin N. W. Tausen

Framsókn:
1. Ruth Vang

Sambandsflokkurin:
Anja Rein