Í kvøld hevur Suðuroyar syðra Javnaðarfelag fund, har felagið skal taka støðu til, hvønn tey fara at skjóta upp, sum nýggjan formann í Javnaðarflokkinum.
Javnaðarháborgin hevur í mong ár verið í Suðuroynni, har fráfarandi formaðurin eisini hevur sín heimsstað.
Spurningurin er nú, hvønn feløgini í Suðuroynni fara at stuðla, nú einasti suðuroyar tingmaðurin í flokkinum leggur kongin.
Rás2 hevur í dag tosað við Hendrik Old, formann í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, men hann vil ikki siga hvønn tey fara at skjóta upp sum formann. Hann staðfestir tó, at í løtuni hevur eingin kandidatur ein greiðan fyrimun.