Javnaðarfeløgini vilja hava samráðingar í stundini

Javnaðarfeløgini í Suðuroynni og Sandoynni heita nú á Jóannes Eidesgaard, landsstýrimann í Fíggjarmálum, at beinanvegin taka upp samráðingar við fakfeløgini, sum umboða manningarnar á Strandfaraskipunum. Soleiðis fáa vit sáttmála, sum hevur við sær, at skipini verða ongantíð løgd aftur.

- Royndirnar tey nógvu seinastu árini hava víst, at tá tað nærkast einum møguligum verkfalli, sum førir við sær, at Strandfaraskipini verða løgd, noyðast tey virkir sum eru í hesum økinum at minka og helst steðga sína framleiðslu, væl áðrenn, tí ikki slepst av við framleiðsluna, verður skrivað í brævinum, sum er sent landsstýrismanninum.

Javnaðarfeløgini í Suðuroynni og Sandoynni vísa eisini á, at tey, sum skulu av landinum í sjúkraørindum, og tey, sum hava arbeiði uttanlands, hvørki sleppa frá ella til, meðan verkfall er.

Jóannes Eidesgaard segði við Rás2 í gjár, at hann heldur tað verða neyðugt at samráðast við fakfeløgini í friðartíðum, og soleiðis finna eina loysn á málinum.