Alt komandi vikuskiftið fara javnaðarfólk at hugna sær á summarstevnu í Eysturoynni.
Javnaðarflokkurin sigur í tíðindaskrivi, at summarstevnan er vorðin eitt afturvendandi tiltak hjá flokkinum, sum í ár hevur væl skipaða og vakra ítróttarøkið hjá toftafólki á Svangaskarði sum miðstøð.
Leggja fyri við mentan
Javnaðarfólk seta hol á summarstevnuna fríggjakvøldið klokkan 20 við mentanarløtu í B68-húsinum, har gentukór úr Leirvík fer at syngja. Eisini fer fyrrverandi skúlaleiðarin í Gøtu, Petur Eli Mikkelsen, at siga frá søgum, landskenda Eyðvør Pálsdóttir fer at syngja og dugnaligar fuglfjarðargentur fara at leika á klarinett.
Ætlanin er eisini, at felagssangur skal vera á skránni fyri mentanarkvøldið, sigur Javnaðarfokkurin í tíðindaskrivi.
Fólkafundur við Toftavatn
Leygardagin klokkan 11 bjóðar Javnaðarflokkurin morgunbreyð á Svangaskarði. Og síðani verður farið útferð út á Eystnes, har fyriskipararnir aftur bjóða ein góðan bita.
Seinnapartin leggur Javnaðarflokkurin leiðina til Toftavatn, har fólkafundur verður settur klokkan 18. Á fólkafundinum fara Jóannes Eidesgaard, formaður floksins, Jansy Olsen, næsformaður og Niklas Mikkelsen úr Gøtu at halda røðu. Eisini verður felagssangur.
Veitsa
Eftir fólkafunin leggur Javnaðarflokkurin leiðina aftur á Svangaskarð, har veitsla við góðum mati, undirhaldi og livandi tónleiki verður til út á morgunin.
Myndatekstur:
Komandi vikuskifti heldur Javnaðarflokkurin árligu summarstevnu sína. Í ár verður hon á Svangaskarði á Toftum