Í framtíðini sleppa fólkavald umboð fyri Javnaðaflokkin ikki at verða bæði borgarstjóri og løgtingslimir ísenn.
Tað hevur hægsta valdið í flokkinum samtykt á eykalandsstevnu í Havn í gjár.
Og tað varð samtykt við stórum meiriluta, tí 118 atkvøddu fyri og bara 21 atkvøddu nei.
Men hetta fer kortini onga ávirkan á tey, sum nú manna flokkin, tí hetta verður ikki sett í gildi fyrrenn á næsta løgtingsvalið, sum verður í 2019 í seinast lagi.
Samstundis er hetta bara galdandi fyri kommunur, har minst 500 fólk býr. Borgarstjórar í kommunum, har 499 fólk býr, ella færri, kunnu framvegis hava sæti á Løgtingið eisini.
Hendan avgerðin er úrslitið av einum arbeiðsbólki hjá flokkinum, sum hevur arbeitt við spurninginum í eina tíð.
Tey vísa á, at fólkavald umboð, sum eru bæði borgarstjórar og løgtingslimir, eru í stórum vanda fyri at koma í stríð við seg sjálvan, tí í nógvum førum er tað ikki sagt, at áhugamálini hjá kommununi eru sambærilig við tey samfelagsligu áhugamálini annars.
Tey staðfesta somuleiðis, at tað er ómøguligt at vera tvær staðir í senn, og har man ikki er heilur, er man bara hálvur. Og tað stríður eisini ímóti gamla herrópinum hjá Javnaðarflokkinum, sum er at vit skulu arbeiða í átta tímar, hava frí í átta tímar og sova í átta tímar.
Tey í arbeiðsbólkinum halda, at hetta er ein spurningur um, hvat gagnar flokkinum best, og tey halda, at tað tænir áhugamálinum hjá flokkinum best, at hava so nógv umboð sum gjørligt í politiska arbeiðnum. Tískil skulu tey politisku størvini ikki miðsavnast á nøkrum fáum politikarum.
Tey halda eisini, at sleppa fólkavald umboð at hava fleiri størv, kann tað sáa ein illgruna um, at einasta orsøk at stilla, er lønin, og ikki javnaðarhugsjónum.
Tey meta heldur ikki, at hetta fer at gera lokalu umboðanina veikari, tí tekur eitt javnaðarumboð løgtingssessin framum, fær flokkurin eitt annað umboð í kommunustýri ístaðin.