Javnaðarfólk á Landsstevnu

Í kvøld byrjar landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum í Skótahúsinum við Løkin í Runavík

Nú klokkan 19 fara javnaðarfólk á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum.

 

Stevnan verður sett nú klokkan 19 og hon heldur fram í morgin. Í kvøld verður tosað og kjakast um innanhýsisviðurskiftini í flokkinum, umframt at norski gestarøðarin Finn Jota fer at tala.

 

Tann politiski parturin byrjar í morgin fyrrapartin, tá ið formaður floksins, Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at halda sína frágreiðing. Aftaná verður orðaskifti um frágreiðingina.

 

Aftaná verður eisini uppskot til broytingar í lógini gjørd, floksleiðslan skal veljast og avtala skal eisini gerast millum limafeløgini um hvussu nógv valevni, hvørt av valfeløgunum skulu stilla upp við til komandi løgtignsval.