Javnaðarfólk kunnast um ES

Formaðurin í donsku ES-nevndini á Fólkatingi, Claus Larsen Jensen, verður gestarøðari á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið. Javnaðarfólk fara eisini at skifta orð um vend er komin í á politiska pallinum, síðan ABC-samgongan undir Javnaðarfloksins leiðslu tók við í februar mánaði

?ES hevur staðið fyri umfatandi broytingum seinastu árini, og fólk eru tí forvitin um at fáa meira at vita um felagsskapin.
Katrin Dahl er virkandi skrivari í Javnaðarflokkinum, og hon er við í fyrireikingunum av landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið. Javnaðarflokkurin hevur boðið formanninum í donsku ES-nevndini á Fólkatingið, Claus Larsen Jensen, at røða um ES.
?Javnaðarflokkurin hevur søguliga verið ímóti limaskapi í ES, men okkara limir eru áhugaðir at fáa vita fyrimunirnar og vansarnar við ES-limaskapi, og við hollu vitanin hjá Claus Larsen Jensen um ES, vóna vit at fáa nógv burturúr, sigur Katrin Dahl
Claus Larsen Jensen er í dag fyri ES-limaskapi, men fólkatingslimurin hjá Danska Javnaðarflokkinum hevur einaferð í tíðini verið ímóti.
Katrin Dahl væntar tí, at gestarøðarin fer at geva eina fjølbroytta mynd av ES, har fólk veruliga fáa ein mynd av fyrimununum og vansunum við limaskapi í ES

Temaorðaskifti
Seinnapartin leygardagin skipar Javnaðarflokkurin fyri temaorðaskifti við undirheitinum "Er vend komin í". Hóskandi leggur formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen leggur fyri í temaorðaskiftinum, tí tað var júst hesin, sum undir valstríðnum átti lagið, "Her skal vend koma í ".
Katrin Dahl greiðir frá, at endamálið við orðaskiftinum er geva løgtingsmonnum Javnaðarfloksins høvið til at greiða frá fyrstu mánaðunum í samgongu, og sannføra veljaran um, at verulig vend er komin í, síðan ABC-samgongan tók við valdið í februar mánaði.

Forkunnugt undirhald
Fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast Javnaðarflokkinum at fáa vælumtókta vísusangaran, Stanley Samuelsen, at standa fyri undirhaldinum. Stanley hevur búleikast í Danmark seinastu mongu árini, og hann er vanliga fastur fúsur at spæla á landsstevnum hjá danska Javnaðarflokkinum og á tiltøkum hjá LO.
Stanley Samuelsen og Nis P. fara bæði at spæla fríggjakvøldið og leygardagin.
Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum verður í Læraraskúlahøllini fríggjadagin og leygardagin.

Fakta: Skráin fyri landsstevnu Javnaðarfloksins 2004

Fríggjadagin 24. september
19.00 Landstevnan verður sett og skipað
oUndirhald við Stanley Samuelsen og Nis P.
oFrágreiðing frá feløgum
oFrágreiðing skrivarans
oGestarøðari Claus Larsen Jensen
22.30 Fundur niðurlagdur

Leygardagin 25. september
09.00 Fundur uppafturtikin
oUndirhald við Stanley Samuelsen og Nis P.
oFormansfrágreiðing
oFrágreiðing frá landsstýrismanninum Hans Paula Strøm
oAðalorðaskiftið

12.00 Matarsteðgur
oTemaorðaskiftið "Er vend komin í ?" Kristian Magnussen leggur fyri
oVirkisskráin
oVal av starvsnevnd, floksleiðslu og ásetan av limagjaldi
oYmiskt-innkomin uppskot-landsstevnusamtykt

17.00 Fundurin endar

Mynd: Landsstevna
Javnaðarflokkurin fer um vikuskiftið at hava árligu landsstevnuna í Havn. Gestarøðari verður Claus Larsen Jensen, sum er formaður í ES-nevndini hjá Fólkatinginum
Mynd