Nú skal tað ikki longur vera ókeypis at fáa rættindi at fiska.
Tað hevur Javnaðarflokkurin endaliga samtykt á landsstevnu leygardagin.
Har staðfestir flokkurin, at tað tíðin er farin frá, at fiskirættindi verða útlutað fyri einki og at nú skal tilfeingisgjald ásetast.
Men onki ítøkiligt varð ásett um, hvussu ein skipan við tilfeingisgjaldið skuldi skipast.
Aksel V. Johannesen sigur, at tað, hugsað verður um, er at hava eina skipan klára í góðari til til 2018, tá ið skipanin, sum nú er, fer úr gildi.
Hann sigur, at í ár eru nakrar royndir gjørdar, sum byggjast kann víðari á. Hann sipar til, at ein eykaskattur er á avlop omanfyri milliónina og at makrelur er seldur á uppiboði
Viðgera alt tað í størri høpi og saman við vinnuni
Hann leggur eisini dent á, at hetta skal viðgerast í einum størri høpi og at tað skal vera saman við vinnuni.
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður floksins, staðfesti, at vit hava longu eitt tilfeingisgjald, men tað kemur bara ikki okkum øllum til góðar, tí tað fer í lummarnar á privatfólki.
- Tað er undarligt, at tey, sum fáa mest burtur úr fiskivinnuni eru tey, sum selja síni loyvi og fara úr henni.
Javnaðarflokkin staðfestir at landsins tilfeingi er ogn Føroya fólks. Hetta er galdandi fyri livandi tilfeingi í sjónum og alt annað náttúrutilfeingi, sum verður gagnnýtt vinnuliga.
- Gongdin má vendast frá, at ogn Føroya fólks lutvíst verður misrøkt og framhaldandi verður handilsvøra hjá nøkrum fáum, sum tikið verður til.
Men at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks eigur eisini verða staðfest við, at eingi rættindi verða lutaði út ókeypis.
- Ágóðin av hesum skal koma samfelagnum og ikki einstøkum til góðar, sigur Javnaðarflokkurin.