Javelin merkir kastispjót ella spjótkast á enskum. Við umleið 20 ára millumrúmi hava tveir Javelin bilar verið á marknaðinum. Tann fyrri var Jowett Javelin, sum var gjørdur í Bradford í Onglandi frá 1947 til 1954, og tann seinni var AMC Javelin, sum varð gjørdur frá 1968 til 1974 av American Motors í USA, sum eisini gjørdu Ramler bilarnar.
Jowett Javelin
Jowett Javelin var ein væl umtóktur og slitsterkur bilur, sum varð brúktur sum hýruvognur í Føroyum síðst í 40-unum og nakað inn í 50-ini. Javelin høvdu 1.5 litra 4 syl. vatnkøldan boxaramotor við 53 hk.
Finnur Hansen í Havn, sum í dag býr í Hoyvík, keypti ein nýggjan Jowett Javelin í 1948, sum hann koyrdi hýrukoyring við í Havn. Nøkur ár seinni seldi hann bilin til Paula Poulsen av Tvøroyri, sum búði í Havn. Bilurin er helst til enn. Hann varð settur inn í ein kjallara á Tvøroyri, og har hevur hann staðið síðan einaferð í 50-unum.
Tað var bilasølan John & Poul Joensen í Havn, sum seldi Jowett Javelin í Føroyum.
AMC Javelin
AMC Javelin var ein sportligur bilur, sum kappaðist við aðrar amerikanskar bilar sum t.d. Ford Mustang og Chevrolet Camaro. AMC Javelin fingust við 6 syl. (232 SIX) motori og við V8 motorum.
Tað vóru ikki nógvir AMC Javelin í Føroyum – teir kundu í øllum førum teljast á einari hond. Fyrsta AMC Javelin í Føroyum átti Petur Petersen í Havn, sum tá búði í R.C. Effersøesgøtu.
Berg Motors, sum umboðaðu American Motors í Føroyum, seldu AMC Javelin í Føroyum.