Javel, hr. statsminister

Bjørt Samuelsen, rættarnevndarlimur
--------

Tá løgmaður á tíðindafundi í Danmark boðar frá, at uppskotið til stjórnarskipan Føroya væntandi fellur burtur, kolldømir hann Løgtingið. Men sjálvandi kann løgmaður hvørki avlýsa eitt arbeiði, sum lóggávuvaldið hevur samtykt skal gerast, ella gera niðurstøður vegna rættarnevndina, sum er sett at finna endaliga semju um uppskotið.
Í tíðindaskrivi frá ríkisfundinum verður sagt at: »Løgmaður legði dent á, at neyðugt er við góðum dialogi um hetta týdningarmikla mál.« So satt er tað, men tíverri hevur løgmaður ongan dialog havt við víðkaðu rættarnevndina, sum nú arbeiðir við uppskotinum frá stjórnarskipanarnevndini. Dialog hevur hann hinvegin havt við danska forsætisráðharran, og kemur við síni niðurstøðu eftir hetta.

Seks flokkar við
Umboð fyri allar flokkar hava lagt fram uppskotið um stjórnarskipan Føroya, eins og allir flokkar eru umboðaðir í víðkaðu rættarnevndini. Vit hava í nevndini eingi boð fingið um, at ætlanin ikki er at koma á mál við hesum arbeiði. Nakrir fundir nú í juni eru avlýstir, við teirri grundgeving, at formaður og næstformaður eru burturstaddir. Men framvegis er málið – alt tað eg veit um – at nevndin skal skriva álit í summar. Og millum tey mongu, sum skulu til hoyringar í nevndini, er sjálvandi eisini løgmaður.
Tí kom tað ikki bert eitt sindur óvart á, at Kaj Leo Johannesen boðaði donskum miðlum frá at »det ser ud til at det her lovforslag falder bort«. Tilætlað ella ei, so undirgrevur tað sjálvandi arbeiðið í nevndini. Tí hvussu skulu eitt nú tey, sum verða kallaði til hoyringar, fyrihalda seg til eitt uppskot, sum stjórnarleiðarin hevur boðað frá fer at fella burtur?

Fólkið má sleppa at tala
Yvirskriftin sipar til ta kenslu, ein sat eftir við, aftaná útsagnir løgmans. Tíverri var hetta væntandi, tá at løgmaður av sínum eintingum og uttanum Løgtingið fór og bað danska forsætisráðharran um hansara meting av stjórnarskipanaruppskotinum – áðrenn Løgtingið var komið á mál við sínum arbeiði.
Støðuna hjá dønum hevur løgmaður nú fingið. Men Føroya fólk er enn ikki sloppið at gera av, hvørt vit skulu hava eina stjórnarskipanarlóg sum staðfestir, at evsti myndugleikin at ráða okkum, liggur hjá fólkinum her, eisini tá vit eru í samstarvi við onnur lond. Soleiðis, sum aðrar tjóðir, í líknandi støðu sum okkara, hava gjørt. Og soleiðis, sum tað væl ber til. Um vilji er til tess. Tí politiskur vilji bítur á munandi harðari tilfar enn fýrkantaða løgfrøði.