– Útreiðslunar til fólkaskúlan eru lækkaðar við 5 milliónum krónum um árið. Tað vísa útrokningar úr Mentamálaráðnum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í oddagreinini í nýggjastu útgávuni av Skúlablaðnum.
Herálvur Jacobsen vísir á, at vit í einum einstakum tali á fíggjarlógini kunnu lesa støðuna í fólkaskúlanum.
– Tað er játtanin til lønir í fólkaskúlanum. At kalla allar útreiðslur, sum landið hevur av fólkaskúlanum, eru læraralønir, tí raksturin annars rinda kommunurnar. Eitt einstakt tal kann tykjast óítøkiligt, men blaða vit nøkur ár aftureftir í fíggjarlógini, so fæst ein mynd av gongdini, og tað er ein døpur mynd, skrivar Herálvur Jacobsen.
Í stuttum er myndin tann, at í 2010 steðgar játtanin til fólkaskúlan upp.
Tað var ein hvøkkur, tí árini frammanundan varð tímatalið í innskúlingini munandi hækkað, umframt at lutvís tvílæraraskipan varð sett í verk. Millum lærarar kundi hetta tulkast sum um, at fólkaskúlin nú fór at fáa tær ábøtur, ið leingi høvdu bíðað.
– Men so varð ikki, sigur hann.
– Fram til 2014 hevur játtanin til fólkaskúlan staðið í stað og er síðan hækkað eitt lítið vet. So kann onkur siga, at so er játtanin í hvussu er ikki lækkað. Men tað er hon.
Hann vísir á, at útrokningar úr Mentamálaráðnum siga, at við øktum eftirlønarútreiðslum og við einum prosenti í lønarhækkan, so hækka útreiðslurnar til fólkaskúlan við 5 mió. kr. um árið.
– Sæð burtur frá einum ári, so hevur játtanin til fólkaskúlan hvørki lagt upp fyri øktum pensjónsútreiðslum ella lønarhækkan. Vent á høvdið merkir tað, at játtanin er lækkað við minst 5 mió. kr. um árið. Og hetta er ikki alt. Tí í sama tíðarskeiði er virksemið í fólkaskúlanum økt munandi. Vit kunnu nevna tímar til lesivegleiðarar, AKT, SSP, samskipara í førleikastovuni, orðblindalærarar, økt tímatal í alis- og evnafrøði o.s.fr. Nú er eyðsýnt, at roknistykkið ikki gongur upp, sigur Herávlur Jacobsen, sum nú bíðar í spenningi eftir nýggju fíggjarlógini, tí tað fer hann at blaða upp á somu síðu og hyggja eftir sama tali.
– Lærarar skulu ár um ár byggja fólkaskúlan fyri minni kostnað. Seinni árini hava vit dømi um ambisjøsar almennar byggiætlanir, sum eingin byggifyritøka vil byggja fyri tann kostnað, sum tað almenna hevði hugsað sær. Úrslitið, tá skorið er av her og har, er, at mann, tá avtornar, stendur eftir við einum bygningi, sum eingin av røttum er nøgdur við.