Játta nú pening til ringveg og tunnil oman fyri Havnina

– Og har verður loyvt at koyra skjótari enn á øðrum ringvegum í Havn

Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta upp til 110 milliónir til at gera ein nýggjan ringveg, og ein tunnil oman fyri Havnina. Talan er um ein nýggjan høvuðsveg, sum tað er neyðgut at gera, nú ferðslan til og úr Havnini er vaksin í stórum – og fer at veksa, eisini í sambandi við Eysturoyartunnilin. Í tí sambandi er endamálið at leiða ferðsluna uttan um Havnina, so at ikki øll ferðslan fer trokandi oman ígjøgnum Hoydalar. Av nýggja. Ringvegnum verða so nakrar íbindingar í vegir oman í Havnina.

 

Í hesum sambandi er talan um at gera vegastrekkið frá rundkoyringini oman fyri Sandvíkahjalla til Klingruna, frá Klingruni til Villingardalsvegin, frá Villingardalsvegnum skal tunnil gerast yvir til Hotel Føroyar, og frá Hotel Føroyum skal vegur aftur gerast til Marknagilsvegin.

 

Játtanin frá landinum upp á 110 milliónir, verður goldin hesi næstu fimm árini, so hvørt, sum arbeitt verður. Annars er alt arbeiðið mett at kosta 288 milliónir og restina svarar býráðið fyri.

 

Jørgen Niclasen sigur, at nýggi ringvegurin verður gjørdir til at taka bilar, sum koyra 80 kilometrar um tíman, sum er tað, ið er loyvt at koyra í óbygdum øki. Í Bygdum øki er loyvt at koyra 50, og fyri at fáa ferðsluna at glíða smidligari, verður tað loyvt at koyra 60 eftir nýggja ringvegnum.