Hópur av fólki var hósdagin til móttøku hjá Norðlýsinum, sum hevur framt fleiri stórar broytingar.
Ein tann størsta broytingin er, at Oliver Joensen er farin frá sum blaðstjóri, og dóttirin Jastrid Gullaksen hevur tikið yvir.
- Pápi mín hevði hug at trappa eitt sindur niður, og vit øll í familjuni hava tosað saman um, hvør skuldi avloysa. Tað endaði í øllum góðum við, at eg skuldi vera stjóri, sigur Jastrid Gullaksen.
Arbeiðið á blaðnum er henni ikki fremmant, tí pápin Oliver Joensen hevur verið stjóri á blaðnum í óminniligar tíðir, og hann eigur sjálvur fyritøkuna.
Beiggi hennara John William hevur eisini í áravís arbeitt á Norðlýsinum, men hann hevði ikki hug at taka evstu ábyrgdina av blaðnum á seg.
Arbeiðsbýtið teirra millum verður nú, at Jastrid umframt at seta blaðið upp, er blaðstjóri og myndar fyritøkuna út eftir, og John William hevur dagligu ábyrgdina av blaðnum.
Oliver Joensen fær nú meira stundir til at skriva og til at taka sær av tiltøkunum hjá Norðlýsinum, ferðunum og Sjómannadegnum.
Familjufyritøka
Fjórða starvsfólkið i fyritøkuni er Hannefía Joensen, sysir Jastrid. Hann tekur sær mest av at gera lýsingar.
Jastrid sigur, at tey leingi hava tosað um at gera hesar umleggingar, og nú valdu tey at gera tær, samstundis sum blaðið fekk nýtt snið og nýggja heimasíðu. Hon hevur sjálv sniðgivið heimasíðuna, ið Sendistovan hevur gjørt.
Heimasíðan hevur fingið góða móttøku, men onkrar tillagingar skulu tó gerast. Kjakið kemur aftur á heimasíðuna, lovar blaðstjórin.
Tekna haldarar
Seinastu tíðina er blaðið borið út í hvørt hús í økinum, men nú er ætlanin at fara aftur at tekna haldarar og selja blaðið í leysasølu.
- Vit koma ikki uttanum, at blaðið leingi hevur verið at kalla eitt lýsingarblað í Norðoyggjum. Við at hava haldarar verða vit ikki so heft av lýsingainntøkunum, sum vit hava verið, og meira rúm verður til tíðindi, sigur Jastrid.
Heimasíðan fer hereftir at hava styttri útgávur av tíðindunum í blaðnum.
- Norðlýsið verður framvegis eitt lokalblað fyri Norðoyggjar. Vit hava roynt og royna framvegis at fáa eystaru síðu av Eysturoynni uppí, men tað gongur eitt sindur striltið, tí vit hava ongan journalist har. Gongin er annars, at eysturoyingar koma meira og meira henda vegin, sigur Jastrid Gullaksen.