Hósdagin hava hjúnini Jastrid og Eivind Rein gullbrúdleyp.
Jatrid er ættað av Hvítanesi og kom sum ung til Havnar at arbeiða. Eivind er havnamaður við stóru H. Eivind fór sum ungur til skips, fór á skiparaskúla, og aftur til skips, áðrenn hann gjørdist umsjónarmaður.
Bæði Jastrid og Eivind hava verið trúgv móti sínum arbeiðsplásum. Jastrid vaskaði í 25 ár á Marinustøðni, og fekk fortjenestemedalju. Eivind var havnarumsjónarmaður í Havn í 36 ár, og hann hevur verið grindaformaður í nógv ár.
Jastrid og Eivind settu búgv í Stoffálág, og har er útsýnið gott yvir Nólsoyarfjørð.
Tey eiga seks børn, 16 ommu- og abbabørn, og trý langommu- og langabbabørn.
Fleiri av ommu- og abbabørnunum ganga í Eysturskúlanum, og haðani er stutt til ommuna og abban at fáa sær ein drekkamunn og okkurt heimabakað.