Síðan Frískúlin Keldan í Skálafirði byrjaði sítt virksemið í 2010 hevur Jastrid Høj verið skúlaleiðari fyri skúlan.
- Gjøgnum hesi 11 árini hevur Annika Høj staðið við hennara lið sum varaskúlaleiðari og visiónsberari. Samstarvið millum Jastrid og Anniku hevur verið fyrmyndarliga gott og hava tær staðið saman, sum ein ímynd av Frískúlanum øll hesi árini.
Tað sigur skúlastýrið fyri Frískúlan á heimasíðuni - www.fsk.fo
- Nú skúlaárið 2021/22 er farið í gongd, er tað við einum nýggjum skúlaleiðara. Leiklutirnir hjá Jastrid og Anniku eru býttir um soleiðis, at Annika nú hevur tikið við sum skúlaleiðari, og Jastrid er nú varaleiðari.
Í skúlastýrinum fyri skúlan fegnast tey um góðu gongdina hjá skúlanum øll hesi árini og tey takka Jastrid fyri hennara trúfesti og ídni til skúlan.
- Samstundist vilja vit ynskja Anniku hjartaliga tillukku við nýggju avbjóðingini sum skúlaleiðari og ynskja henni Guds ríku signing við uppgávuni.
Í skúlastýrinum siga tey seg fegnast mest um, at tær báðar framhaldandi koma at vera í tøttum samstarvi saman í leiðsluni fyri skúlan - og saman við lærarunum og starvsfólkunum á skúlanum vilja føra Frískúlan enn longur fram á leið.