Tú varð fødd í Sumba,dóttir Jensiu og Jacob Eystaná. Varð í Grønlandi nøkur ár, men flutti til Føroyar aftur.
Tá eg skal skriva minningarorð um mína góðu mostur, sum so brádliga varð tikin frá okkum, koma minnini fram fyri meg um allar tær stuttligu løturnar í Sumba og allar teir stuttligu túrarnar vit vóru úti og koyrdu í Eysturoynni,Vágum (Gásadali) og í Leynum hjá Marjun o.s.fr.
Tá eg ringdi til tín, at spyrja um tú kom við, vart tú altíð glað og skjótar vóru vit á ferð.
Ærað verður minni um mostur mína.
Reidi