Jastrid Hansen 75 ár

Sunnudagin hin 19. juli 2009, fyllir Jastrid Hansen í Sørvági 75 ár.

Jastrid er fødd í Leynum og er yngsta av 8 børnum hjá Gudrun (fødd Olsen) úr Vestmanna og Jákup Egholm úr Leynum (Jákup í Hoyðgarðinum).


Longu tveir mánaðir áðrenn Jastrid varð borin í heim, gjørdist hon faðirleys, tá pápin fórst í størstu skipsvanlukku í Føroyum í nýggjari tíð. Pápin, ið silgdi sum kokkur, gekk burtur við vestmannasluppini “Neptun” í mai 1934, og fórust 23 mans við skipinum. Jastrid greiddi nærri frá hesum í áhugaverdari greinarøð hjá Óla Jacobsen um hesa skipsvanlukku, í Sosialinum fyrr í ár.


Fyrstu barnaárini búði Jastrid í Leynum, men umleið tvey ára gomul flutti mamman til Vestmanna, og búði Jastrid har til hon var gift í 1958.


Jastrid var ein sera íðin ítróttarkvinna í VÍF sum ung. Hon róði kapp við vestmannabátum í nógv ár, og hon var eisini ein av hollu leikarunum á hondbóltsliðnum hjá VÍF. Han var við á einum hondbóltslandsliði, sum fór til Íslands at spæla landsdyst í 1957.


Í 1958 giftist Jastrid við Sigfred Hansen úr Sørvági. Tey búsettust uttast í Geilini í Sørvági, har tey lótu byggja nýggj hús. Børnini blivu 5 í talið, og búgva tey í Sørvági, í Tórshavn, í Keypmannahavn og í Vietnam. Ommubørnini eru 14 í talið. Sigfred doyði av álvarsligari sjúku fyri 5 árum síðani.


Jastrid hevur altíð verið virkin í felagslívi og í sosialum arbeiði. Sum yngri var hon virkin sum nevndarlimur í Sørvágs Arbeiðsmannafelag. Hon var eisini í nógv ár formaður í Sørvágs Húsmøðrafelag, og legði ikki frá sær fyrrenn hon var blivin 71 ára gomul. Í hennara tíð sum formaður í felagnum var arbeitt dúgliga við at loysa barnaansingartrupuleikarnar í Sørvági. Felagið keypti enntá grundøkið og lat gera prosjekt til ein barnagarð. Men tá so kommunan umsíðir valdi at gera nakað við manglandi barnaansingina, avgjørdi Húsmøðrafelagið at leggja prosjekt teirra á hillina. Í tíðini meðan Jastrid sat sum formaður megnaði felagið eisini at keypa ein frálíka væl egnaðan bygning til felagið. Hesin bygningur hevur øll árini eisini verið nýttur til ymisk endamál, umframt virksemi felagsins. Tá eldratilhald byrjaðu at koma kring landið fyri nógvum árum síðani, gekk ikki long tíð til Jastrid og nevndin í Húsmøðrafelagnum fóru undir tílíkt virksemi í felagshúsinum. Hetta virksemi hevur hildið fram øll árini til í vár, og hevur Jastrid staðið fyri hesum øll árini. Óvist er tó hvussu verður við hesum framyvir, nú løgtingið og landsstýrið avgjørdu at strika stuðulin til slíkt virksemi fyrr í ár.


Jastrid hevur eisini altíð verið ein íðin fortalari fyri líka løn og javnstøðu millum kynini. Hon var við í kenda túrin til Noregs á kvinnuráðstevnu í 1988, tá fleiri hundrað føroyskar kvinnur luttóku. Hetta arbeiði førdi hana eisini inn í kommunalpolitikk, og í 1989 varð hon sum fyrsta kvinnan nakrantíð vald inn í bygdaráðið í Sørvági. Hon ruddaði slóð fyri øðrum kvinnum á hesum øki, tí í øllum bygdaráðum síðani í Sørvági, hava kvinnur verið umboðaðar.


Føðingardagin heldur Jastrid saman við familju og vinum.



- j -