Mánadagin 14. novembur fyllir mamma 80 ár, hon er fødd í Sumba og vórðu foreldur hennara Betty f. Mortensen av Argjum og Johan Kjærbo, vanliga nevndur Johan hjá Hanne á Gaddi úr Sumba. Tey fingu 3 døtur, Judith, Solveig og mammu. Táið Betty væntaði 4. barnið bleiv hon so sjúk, at hon mátti til Havnar á sjúkrahúsið. Mamma var tá ikki 2 ára gomul, og tók abbi hana við til Havnar, meðan systrarnar blivu eftir har suðuri. Men so sjúk var Betty, at lívið stóð ikka til at bjarga, og kom hon suður aftur í kistu. Mamma bleiv verandi eftir á Argjum hjá mostur síni Maju Dalsgarð, har hon vaks upp til hon var 9 ára gomul. Tá bleiv hon send suður aftur, tí abbi bleiv giftur uppaftur og vildi hava mammu suður. Ein kan ímynda sær, hvussu hon hon hevur kent seg tá, at koma suður til Sumba, sum ein nærum fremmandur flytifuglur.
Seinni kom mamma til Havnar aftur, her møtti hon pápa okkara Jørgen Enghamar úr Fuglafirði, og giftust tey í 1951. Tey høvdu tað til felags, at tey høvdu bæði mist mammu sína sum pinkubørn. Tað var ein orsøk til, at tey komu til at vera sera góð foreldur til okkum 6 systkini. Tey vóru takksom fyri at kunna verða saman, sum foreldur. Vit hava nógv at takka teimum fyri, vit minnast við gleði barnadagar okkara, ikki í ríkidømi, men eitt fjálgt og trygt heim, fylgt við kærleika.
23. decembur í 1974 var ein sorgardagur, tað kvøldið mistu vit pabba, sum doyði av einum blóðtøppi bert 46 ára gamal. Har stóð mamma einsamøll , Majbritt sum er yngst, var bert 5 ára gomul. Nú skuldi tú taka yvir, mamma góða, út at arbeiða, tú sum fyri tað mesta hevði verði heimagangandi sum vanligt var tá, – hettar vóru tungir dagar!
Hóast sorg og mótgongd hevur mamma altíð megna at reist seg aftur, tað er serliga hennara ljósa og lætta lyndi sum hevur hjálpt henni. Mamma hevur altíð flent og verði positiv og tað hevur verði henni ein styrkur ígjøgnum lívið.
Mánadagin verður mamma 80 ár, vit gleðast um at verða saman við henni eisini henda dagin. Hon elskar at samla øll síni rundan um seg. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí vit eru omanfyri 50 íalt, ommubørnini eru 17 í tali og 10 langommubørn eigur tú.
Góða mamma, vit fara við hesum at ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, takk fyri alt sum tú ert fyri okkum øll, takk fyri allan kærleikan sum tú altíð hevur víst okkum. Takk fyri allar pannukøkurnar sum tú hevur bakað ígjøgnum árini.
Ommubørn og langommubørn takka tær hjartaliga fyri øll tey pløggini sum tú hevur bundið teimum, tað er í rúgvuvís. Vit elska teg! má Jesus vælsigna og styrkja teg forsetandi.
Dagin fara vit halda saman við tær í Starvsmannafelagshúsinum mánadagin 14. Nov. frá kl. 17, har øll er hjartaliga vælkomin at heilsa uppá teg!
----------
Kærastu heilsanir
Børnini