Jassur við Heðin Ziska Davidsen

Týskvøldið er so aftur jazzur á Hvonn. Hesuferð er tað jassbólkurin Tjant, ið fer at spæla. Tónleikararnir eru Heðin Ziska Davidsen, ið leikar á guitar, Mikael Blak, ið leikar á bass, Óli Olsen, ið leikar á klaver og Brandur Jacobsen ið leikar á trummir.

Heðin er serliga kendur sum guitarleikarin í Yggdrasil og Hatespeech, men hevur eisini sín egna bólk, ið nevnist Tjant. Hesin bólkur hevur útgivið tvær fløgur. Nevnast kann eisini, at Mikael, Brandur og Óli eisini eru partur av Tjant.

Mikael er bassistur í 200, fastur bassistur hjá Teitur Lassen eins og hann eisini er partur av Yggdrasil.

Óli Olsen er kanska serliga kendur úr bólkinum Enekk men áleið síðsta árið hevur hann eisini verið partur av bólkinum Crawling Blue, ið gav út fløgu síðst í mars.

Brandur Jacobsen er ein virkin trummuleikari. Hann er partur av bólkinum Yggdrasil, Crawling Blue, fastur trummuleikari hjá Høgna Lisberg eins og hann hevur útgivið tvær fløgur í egnum navni.

 

Tónleikurin byrjar áleið kl. 21.