Jassur í heimsflokki í Miðlahúsinum

Mánakvøldið skipar Havnar Jazzfelag fyri jassi í heimsflokki í Miðlahúsinum í Vágsbotni, tá Axel Riel Trio við Benjamin Koppel kemur á gátt.

Konsert

Havnar Jazzfelag hevur ferð eftir ferð bjóða føroyingum jass í heimsflokki, og konsertin í Miðlahúsinum mánadagin verður einki undantak.
Heimskendi trummarin Axel Riel hevur verið virkin á jasspallinum síðan í 60’árunum, men hetta er als ikki ein útbrendur gamal jassari. Eftir útvið 40 ár á jasspallinum er dreymurin hjá Alex Riel um at skapa sína egnu trio vorðin veruleiki. Saman við 26 ára gamla klaverleikaranum Heina Hansen og gamla vinmanninum og bassleikaranum Jesper Lundgaard, er spæligleðin aftur sprell livandi.
Axel Riel hevur fyrr spælt saman við so kendum klaverleikarum sum Michel Petrucciani, Kenny Werner, Oscar Peterson, Billy Strayhorn og Bill Evans. Men viðgongur, at hann veruliga fær íblástur av at arbeiða saman við Heina Hansen
Heine vísur eitt serligt kenslusemi í melodium og ansløgum í friðarligu balladunum og eitt insisterandi rútmiskt drive í hátempoløgum, eisini heilt egnu tolkingarnar av gomlum jassstandardum og hansara egnu løg er einastandandi, siga teir báðir garvaðu jassararnir Axel Riel og Jesper Lundgaard.
Á konsertini í Miðlahúsinum hevur Alex Riel víðkað trioina til eina kvartet. Hann hevur bjóðað saksofonleikaranum Benjamin Koppel við.
Í føroyskum høpi hevur Alex Riel m.a. luttikið á fløgu hjá Edvardi Nyholm Debess: ”Debazz”. Benjamin Koppel hevur verið við Anders Koppel Trio í Føroyum og við Mad Cow Sings, ið er hansara egna crossover band.
Jesper Lundgaard spældi fyrstu ferð í Føroyum sum bassistur í Dexter Gordon Kvartett í 1976.
Atgongumerki fáast við dyrnar á 80,-