Jaspur stendur einsamallur(

((Heðin D. Poulsen
 
Góði Jaspur Vang, 19. juni 2006 hevur tú lesarabræv í bløðunum, við heitinum Sambandsflokkurin verjir borg einsamallur. Í greinini gevur tú til kennar títt ynski um, at blokkstuðulin skal dagførast, og at Sam­bandsflokkurin fer at syrgja fyri, at blokkstuðulin fer at økjast. Tú hevur eisini viðmerking til eina grein, sum eg stutt áðrenn hevði í bløðunum um blokkin, har eg staðfesti, at so leingi sum Fólkaflokkurin hevur nakað at siga, so fer blokkurin aldrin aftur at hækka, men harafturímóti minka. Nú Fíggjarlógin er løgd fram, er tað gleðiligt at síggja, at Jaspur stendur einsamallur við kravinum um at fáa meira pengar frá Danmark.