Trý tey fyrstu varafólkini hjá Sambandsflokkinum: Jaspur Langgaard, Frimodt Rasmussen og Edva Jacobsen

Jaspur, Frimodt og Edva á ting

Um Sambandsflokkurin fer í samgongu, so fær flokkurin helst trý fólk landsstýrið

Trý tey fyrstu varafólkini hjá Sambandsflokkinum: Jaspur Langgaard, Frimodt Rasmussen og Edva Jacobsen

Tað er eingin sum sigur, at landsstýrisfólkini skulu finnast í tingmanningunum, men tað hevur verið siðvenja seinastu árini. Tí er hugsandi, at trý tey fyrstu varafólkini hjá Sambandsflokkinum fáa fast sæti á tingi, um flokkurin kemur í samgongu.

Tey trý, sum eru næst teimum valdu, eru Jaspur Langgaard við 257 atkvøðum, Frimodt Rasmussen við 232 atkøvðum og Edva Jacobsen við 201 atkvøðu. Beint í hølunum á Edvu Jacobsen er tó Rósa Samuelsen við 200 atkvøðum, so her kann broyting koma í, tá fíntalt er.

Verður tað ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, so sum Framsókn ynskir, so verður tað ein samgonga, sum telur 19 tingfólk. Tá eru tvær atkvøður fleiri, enn minsta krav til meiriluta, sum er 17.

 

 

Trý tey fyrstu varafólkini hjá Sambandsflokkinum: Jaspur Langgaard, Frimodt Rasmussen og Edva Jacobsen