Klokkan 3.15 í nátt fingu MRCC og løgreglan fráboðan um, at Jaspis hevði rent á land við Syðradal í Kalsoynni. Brimil var skjótur á staðið og kavarar fóru at kanna málið.
Komið var eftir, at tað ikki letur til, at Jaspis hevur fingið skaða av samanstoytinum. Nú bíðar skipið eftir fullar flóð, sum er á middegi, og tá kann tað helst sleppa av aftur.
In.fo fylgir málinum.