Gólvini á landingarmiðstøðini Kongshavn eru so turr, sum sjáldan áður, og líkt er ikki til, at nøkur vend í løtuni er at hóma í fiskiskapinum eftir upsa. Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, landaðu í Saltangará mikudagin. Skipini vóru úti ein vanligan túr til longdar, men veiðan var bert 150.000 pund tilsamans.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn hevur eingin landing verið fyrr í vikuni, og tá vit frættu, var ikki væntandi, at nøkur landing fór at verða aftrat restina av vikuni.
Upsaveiðan er nú so smálig, sum fáur veit um at siga, og vit skulu mong ár aftur í tíðina fyri síggja so vánaliga veiði, sum upsaveiðan hevur verið síðan einaferð í summar.
So hvørt, sum tíðin til upsaveiði skuldi verið betri, nú veturin stundar til, er veiðan í hesum mánaðinum næstan minkað burtur í einki.










