Jaspis og Ametyst við 1900 kassum

Saltangará: Tá ið Sosialurin tosaði við Fiskavirking í Saltangará í fyrru helt av seinastu viku, var turt gólv á virkinum, og ivasamt var, nær fólk aftur fingu arbeiðsboð, tí tey vistu ikki um nakra landing.

Men sum vikan leið, keypti virkið onkra last, og nú mánadagin lógu 60.000 pund niðurfyri frá seinastu viku. So, steðgurin í Saltangará var ikki langur.
Fýra trolarar
Mánadagin í hesi vikuni landaðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, í Saltangará. Teir høvdu tilsamans 1900 kassar, harav umleið 1100 kassar var upsi.
Í Saltangará vænta tey eisini partrolararnar, Smaragd og Safir, í vikuni. Teir høvdu 1300-1400 kassar inni í gjár. Um aðrar landingar verða í vikuni, dugdu tey ikki at siga á Fiskavirking í Saltangará mánamorgunin.
- Upsin er framvegis smáur, hóast komið er út í februar. Tað tekur tíð at koyra hendan fiskin ígjøgnum maskinurnar. So, vit hava nóg mikið at takast við alla hesa vikuna, siga tey á Fiskavirking í Saltangará.