Jaspis og Ametyst rokast øgiligt

Seinastu 14 dagarnar hava skipini verið inni við fullari last heilar fýra ferðir!

Rokfiskiskapur

Trolararnir, sum royna eftir upsa, fáa nógvan fisk.
Hetta er einki nýtt, tí fiskiskapurin hjá trolarunum hevur verið góður í longri tíð.
Men nú ber av...
Trolararnir, Jaspis og Ametyst, sum vóru leingi úr vinnu í fjør, tí teir vórðu sandblástir og nútímansgjørdir, hava gjørt tað óføra væl, síðan teir komu aftur úr Danmark.
Ikki minst seinastu tíðina hava teir rættiliga rokast.

4 ferðir í 14 dagar

Virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará, Jason Johannesen, ásannar, at hann í síni longu tíð, sum virkisleiðari og stjóri á fiskavirkjum, neyvan veit um slíkan fiskiskap at siga.
- Jaspis og Ametyst vóru inni mánadagin í hesi vikuni, fullir undir lúkurnar, og longu hósdagin vóru teir inni aftur ? skítfullir, sum hann tekur til.
Jason sigur, at skipini hava landað fýra ferðir seinastu 14 dagarnar, og lastin hevur verið á tremur hvørja ferð.
- Úr minninum veit eg, at teir landaðu, 19. februar, 24. februar og nú aftur, 27. februar.
Í gjár høvdu Jaspis og Ametyst eini 200.000 pund av upsa og eini
30.000 pund av øðrum fiskasløgum.
Fiskavirking í Saltangará, sum í hesum førinum keypti allan upsan
frá báðum skipunum, landaði annað skipið, og Snodd á Toftum
landaði hitt.
Seinasta leygardag keypti Fiskavirking í Saltangará út við 40.000 pund av upsa frá Smaragd og Safir. Annar landaði á Snodd, hin í Hvalba.

Prísurin lækkaður

Jason Johannesen sigur, at upsin framvegis er smáur, hóast tað gongur ímóti gýtingartíð.
- Vit plagdu at siga, at vanligur, men ikki stórur upsi, lá um 2,2-2,3 kg., men tað mesta, vit fáa í dag, liggur um 1,6-1,7 kg. So, hetta er rættiliga smáur fiskur, sum tekur langa tíð at arbeiða.
Av tí, at fiskurin er smáur, sigur hann, so gongur tað eisini út yvir dygdina á vøruni.
- Talið av fiski er stórt, og tað tekur sína tíð at arbeiða eina stóra last undan, sigur Jason Johannesen.
Hann vísir á, at prísirnir á tí smáa upsanum eru lækkaðir nakað í
seinastuni, meðan prísurin á tí frægara fiskinum heldur sær.
- Alt hevði verið øðrvísi, um fiskurin var størri, sigur virkisleiðarin á Fiskavirking í Saltangará.