Jaspis og Ametyst landað í Saltangará

Mánadagin vóru partrolararnir, Jaspis og Ametyst, inn við tilsamans 200.000 pundum av upsa, sum teir løgdu upp til Fiskavirking í Saltangará.

Tá ið vit frættu mánamorgunin, høvdu tey 380.000 pund av upsa niðurfyri frá seinastu viku. Tí er ikki væntandi, at Fiskavirking í Saltangará keypir meiri fisk hesa vikuna.

Í síðstu viku landaðu fleiri skip í Saltangará. Seinastur var Brestir, sum síðsta hósdag landaði heili 270.000 pund av upsa.

Og var serliga hesin fiskurin, sum lá niðurfyri mánadagin.