Jaspis, sum rendi á land klokkan 3.15 í nátt, hevur bíðað eftir fullar flóð og ger tað enn. Skipið stendur fast við Syðradal á Kalsoynni, har tað hevur staðið og bíðað síðani.
Av MRCC siga tey, at klokkan fer eitt sindur av 12 áðrenn Jaspis ger sína roynd at sleppa víðari.
Kavarar hava verið á staðnum við Brimli og teir hava kannað botnin á skipinum og har sær ikki út til at vera komin nakar skaði.
in.fo fylgir málinum









