Jasper Van Der Heyden í NSÍ

NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við framrættaða síðuspælaran, sum hevur umboðað 07 Vestur

Karstin Joensen formaður í NSÍ og Jasper Van Der Heyden Mynd: NSÍ

28 ára gamli álopssinnaði miðvallarin hevur júst skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ.

 

NSÍ-leiðslan er í gongd við at fyrireika hópin til eitt nýtt ár í bestu deildini, og nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir.

 

Jasper er upprunaliga úr Belgia, men hann hevur seinastu fýra kappingarárini spælt í bestu føroysku deildini. Tað er blivið til 88 dystir og heili 22 mál.  

 

Talan er um ein royndan leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, ið eyðkenna ynskiliga NSÍ-spælið. Hann er kvikur, hevur sera góðan bóltførleika og so er hann hartil málfarligur.

 

Vit á heimasíðuni eru sera spent, nú hópurin byrjar at taka skap. NSÍ-leiðslan heldur síni kort tætt at kroppinum, so vit mugu bara bíða í spenningi fyri at vita, um fleiri leikarar eru á veg.

 

Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin.

 

Hjartaliga vælkomin í gult, skrivar NSÍ í kvøld.

 

Karstin Joensen formaður í NSÍ og Jasper Van Der Heyden Mynd: NSÍ