Í sambandi við at Balslevs Timburhandil letur upp nýggjan handil í morgin, kemur kendi kappkoyrarin Jason Watt til Føroya. Kendi danski kappkoyrarin Jason Watt kemur til Føroyar í morgin í sambandi við at Balslevs Timburhandil í Hoyvík letur upp handilin Handverkarabúðin, sum er við síðuna Byggibúðini og Garðsbúðini. Handverkarabúðin er ein serhandil til handverkarar við øllum tí sum hartil hoyrir.
Orsøkin til at Jason Watt vitjar hjá Balslev, er at Bygma A/S hevur gjørt sponsoravtalu við kappkoyraran og hansara team, sum nú eitur Team BYGMA Jason Watt Racing.
Jason Watt skal eisini halda fyrilestur á árliga handverkaratiltakinum, sum Balslev skipar fyri á Hotel Føroyum í annaðkvøld, har yvir 300 handverkarar hava teknað seg til.
Jason Watt er 39 ára gamal og kendur kappkoyrari, sum hevur vunnið fleiri heiðurslønir innan motorsportin, bæði í Danmark og aðrastaðni. Fyri 10 árum síðan kom hann út fyri einari álvarsligari motorsúkkluvanlukku, sum gjørdi at hann í dag er lammaður frá bringuni og niðureftir.
Hann hevur víst ein ótrúligan vilja og er framvegis kappkoyrari. Hann hevur givið út bókina ?Fordi Jeg Vil?, sum kom út í 2003. Annars heldur hann fyrilestrar og er ofta við í radio og sjónvarpssendigum.