Jason Watt er føddur í London 24. februar 1970. Mamman er donsk og pápin onglendingur.
Jason hevur meginpartin av lívi sínum búð í Danmark. Hansara yrkisleið sum kappkoyrari byrjaði, tá hann sum 10 ára gamal var við til fleiri gokart kappingar við sera góðum úrslitum og vann fleiri meistarskap. Longu tá setti hann sær fyri, at hann ein dag skuldi verða formel 1 koyrari.
Hann helt á at koyra kapp og fór frá gokartum til bilar. Hann arbeiddi seg upp innan motorsportin, og beint sum dreymurin um at gerast formel 1 koyrari skuldi gerast veruleiki, kom hann út fyri eini álvarsligari ferðsluvanlukku á motorsúkklu tann 13. oktober 1999, tá hann varð lammaður frá bringuni og niðureftir.
Jason Watt kom tó skjótt fyri seg aftur. Hann skrivaði heimssøgu, tá hann í 2002 verður DTC-meistari (Danish Touringcar Championship). Tað er ongantíð hent áður innan altjóða motorsportin at ein avlamin kappkoyrari hevur vunnið eitt professionelt meistaraskap. Í Onglandi varð hann heiðraður av fyrrverandi formel 1 koyraranum Sir Jackie Stewart, og í Danmark kemur hann inn á eitt 7. pláss yvir best umtóktu persónar í landinum.
Jason Watt var í Føroyum í mars í fjør í sambandi við at Balslevs Timburhandil og Bygma í Hoyvík lótu upp nýggjan handil. Hann helt eisini fyrilestur um sítt lív fyri umleið 300 fólkum á Hotel Føroyum. Bygma A/S hevur gjørt sponsoravtalu við rasarakoyraran og hansara team, sum eitur Team BYGMA Jason Watt Racing.
Jason Watt hevur skrivað bókina "Fordi jeg vil", sum er um hvussu hann eftir vanlukkuna aftur kundi luttaka í motorsportinum. Hann er eisini kendur sum fyrilestrarhaldari, eins og hann ofta er við í radio og sjónvarpssendigum.










