Fyrst gjørdist tað greitt, at heimskendi r&b sangarin, Jason Derulo, ætlaði sær at framføra í Vega í Keypmannahavn í samband við sína heimsrundferð. Síðani varð konsertin flutt til Amager Bio, men nú er øll rundferðin, sum skuldi byrja í Glasgow tann 23. februar, avlýst, tí sangarin hevur meiðslað seg.
Tað var í samband við fyrireikingarnar til stóru heimsrundferðina, at Derulo fekk skaða, meðan hann vandi eina dansivenjing. Derulo varð sendur á sjúkrahúsið beinan vegin.
Sangarin kundi lættliga verið lamin í dag, tí hann datt beint niður á høvdið, men hann slapp tó við einum skaða á rygg geislunum.
Hann er nú útskrivaður av sjúkrahúsinum, men er noyddur at avlýsa sína heimsrundferð, tí hann skal ganga við kraga næstu mánaðirnir, orsaka av ólukkuni.
Derulo ger greitt, at hann heimsrundferðin kemur aftur á skrá, tá ið hann er vorðin frískur.
Hetta veit gaffa.dk í dag.