Jasmin ársins sangarinna fyri aðru ferð á rað

Jasmin fekk eisini heiðurin fyri ársins útgávu

Unga havnarkvinnan Jasmin Mote er júst heiðrað sum Ársins sangarinna fyri aðru ferð á rað. Hon fekk FMA-virðislønina í Popp/rokk bólkinum. 

Hetta var ikki einasta virðislønin, sum Jasmin fekk í kvøld. Hon fekk eisini virðisløn fyri ársins útgávu. Hetta fyri útgávuna "I know it's over", sum hon gav út í fjørsummar. 

Jasmin Mote var sera glað og takkaði nógvar ferðir fyri. Hon trúði tí næstan ikki, tá Rólant Waag Dam segði, at hon eisini hevði fingið virðislønina fyri ársins útgávu.

Hon takkaði fyri stuðulin og hjálpina hon hevði fingið frá bólki, familju, framleiðarum og øðrum til hesa útgávuna.

Bólkurin Jasmin arbeiðir við nýggjum tilfari, og tey vóna at kom fram við onkrum seinni í ár.