Jasmin er spent til X Factor

15 ára gamla Jasmin Dahl, sum hevur føroyska familja, er føroyska ískoytið í donsku X Factor kappingini

X Factor sangkappingin í Danmark er nú byrjað aftur, og seinastu vikurnar hevur Danmarks Radio sent undansendingarnar, har funnið verður fram til teir 9 luttakararnar í live-sendingunum.
Ein av teimum, sum er sloppin ígjøgnum nálareygað, er 15 ára gamla Jasmin Dahl, sum er annar sangarin í bólkinum Anthony Jasmin.?
Jasmin hevur føroyska familju, mamma hennara era Hanna V. Dahl, og hon er sostatt obligatoriska føroyska umboðið í donsku X Factor kappingini hesaferð.?
Jasmin er uppvaksin í Danmark, tosar danskt, men vitjar hvørt summar í Føroyum, og her hevur hon familju og vinir.
- Mær dámar sera væl at syngja, og eg haldi, at hetta er ein góður møguleiki at læra nakað, fáa eina góða uppliving og nýggjar, sigur Jasmin.
Hon syngur í bólki saman við Anthony, og tey hava Thomas Blachmann sum vegleiðara í kappingini.
Jasmin roknar við, at tey fara at standa seg væl í kappingini.
- Eg og Anthony hava vant sera nógv seinasta mánaðin, og tað riggar væl hjá okkum at syngja saman. Eg havi góðar vónir til kappingina og rokni við, at vit kunnu koma langt, sigur Jasmin.
Fyrsta live-sendingin í X Factor verður í kvøld og kann síggjast á DR1.