Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur skipað seg eftir aðalfundin í gjár. Jarvin F. Hansen heldur fram sum formaður í Føroya Pedagogfelag. Tað er greitt, eftir at nevndin hevur skipað seg í dag eftir aðalfundin, sum var 24. februar.
Hini í nevndini eru Maud Wang Hansen, næstformaður, Jógvan Philbrow, skrivari, Sigga Óladóttir Joensen, kassameistari og Anja Egholm.
Nevndin fer nú at fyrireika komandi sáttmálasamráðingar og 25 ára haldið hjá felagnum, sum verður í summar.