Jarvin Feilberg Hansen afturvaldur til formann í Pedagogfelagnum

Fáar atkvøður skilti tey bæði formansvalevnini hjá Føroya Pedagogfelag á aðalfundinum í dag. Men sitandi formaður átti munin og verður sostatt sitandi

Tað var rættiliga javnt millum tey bæði valevnini til formanssessin í Pedagogfelagnum, nú felagið hevur aðalfund á Hotel Føroyum hetta vikuskiftið. Maud Vang Hansen, nevndarlimur, stillaði upp móti formanninum, og gjørdist úrslitið av atkvøðugreiðsluni at Jarvin Feilberg Hansen fekk 179 atkvøður, Maud Vang Hansen 163, meðan 17 vóru blankar.