Jarnmóttøka fingið umhvørvisgóðkenning

Sp/F Vígdis fingið umhvørvisgóðkenning til jarnmóttøku.

 

Sp/F Vígdis fingið umhvørvisgóðkenning til jarnmóttøku.

Hesum boðar Umhvørvisstovan frá.

Virksemið hjá Sp/F Vígdis snýr seg um at savna og skilja smærri nøgdir av  brúktum jarni og metali. Tilfarið verður útflutt í bingjum, og síðani endurvunnið. 
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á, at økið er skipað á skynsaman hátt, og at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið.
Virksemið fer fram á ídnaðarøkinum á Rituvíkshálsi.