- Tað er brot á umhvørvisverndarlógina at fara undir virksemi, sum er fevnt av ásetingunum um innsavnan av jarni og metalli - uttan góðkenning, sigur Umhvørvisstovan. Goymslur til gamalt jarn og annað metal skulu umhvørvisgóðkennast.
Tað sigur Umhvørvisstovan, sum regluliga fær fyrispurningar frá fyritøkum og kommunum um innsavnan av gomlum jarni og øðrum metalli.
- Týdningarmikið er at gera sær greitt, at øll viðgerð og goymsla av metalli er at meta sum serliga dálkandi virksemi og tí krevur umhvørvisgóðkenning.
Umhvørvisstovan fegnast um, at fyritøkur savna inn gamalt metal, tí hetta hevur við sær, at burturkast, sum fyrr ikki var handilsliga áhugavert, nú er vorðið høgt í metum.
- Hækkandi prísurin á metalli fremur endurnýtslu av burturkasti, sum er beinleiðis í tráð við endamálsorðingina í umhvørvisverndarlógini.
Umhvørvisstovan vísir á, at endamálið við lógini eisini er at fyribyrgja dálking við burturkasti.
- Men tað er beinleiðis brot á lógina at fara undir virksemi, sum er fevnt av ásetingunum um slíka innsavnan - uttan góðkenning, leggur Umhvørvisstovan dent á.
Sagt verður á heimasíðuni hjá stovninum, at tá goymslur til burturkast verða góðkendar, verða treytir settar, sum serliga snúgva seg um at avmarka dálking.
Tað áliggur eisini slíkum virksemi at boða frá um allan útflutning, sigur Umhvørvisstovan.
- Gamlir metallutir eru ofta dálkaðir við olju ella øðrum dálkandi evnum, og tí er eisini umráðandi, at goymslan av hesum fer fram á einum øki, sum er serliga innrættað til slíkt, sigur Umhvørvisstovan.










