Ivin – um tað nakrantíð hevur verið nakar ivi – um at Jarnbardur skal endurvinna FM heitið, sum tær vunnu í fjør, er langt síðani burtur.
Spurningurin og spenningurin hevur verið, um tað skal eydnast aftur í ár at vinna FM heitið við fullum stigatali.
Fyrrapartin av teininum var munurin frá Jarnbardi og aftur til hinar ikki so stórur, men so hefti einki fyri. Tær á Jarnbardi spentu í, og á málstrikuni var fjarstøðan tvær bátslongdir.
Kappingin um næstfremsta plássið var ógvuliga stór. Páll Fangi luttók fyri fyrstu ferð í ár, og hann endaði aftastur. Sølmundur varð næstfremstur, og frá Sølmundi og aftur til Páll Fanga var tað eitt sekund, og ímillum hesar báðar bátarnar var Lómur.
| 1 | Jarnbardur | 05:07.13 | ||
| 2 | Sølmundur | 05:11.04 | ||
| 3 | Lómur | 05:11.23 | ||
| 4 | Páll Fangi | 05:12.09 |
| 1 | Jarnbardur | 05:07.13 | ||
| 2 | Sølmundur | 05:11.04 | ||
| 3 | Lómur | 05:11.23 | ||
| 4 | Páll Fangi | 05:12.09 |










