Jarnbardur letur ongan sum helst iva vera um, hvør er sterkasta manningin í 6-mannaførum við kvinnum.
Undan róðrinum á Fjarðastevnuni á Strondum høvdu tær vunnið allar róðrarnar trygt, og tað gjørdu tær aftur hesaferð.
Tær løgdu seg á odda alt fyri eitt, og munurin gjørdist bara størri og størri inn eftir fjørðinum. Kappingin í hesum róðrinum var als ikki um fyrsta plássið, men heldur um annað plássið, har hinir báðir bátarnir, sum vóru við í róðrinum, kappaðust.
Tá bátarnir komu á málið, var Jarnbardur langt fremst, meðan Lómur vann kappingini um annað plássið framman fyri Kollfirðing.
Kvinnurnar umborð á Kollfirðingi vóru tó sera óhepnar, tí tær løgdu árarnar inn áðrenn tær komu á málið.










