Jarnbardur til Scilly

Genturnar á Jarnbardi fara í vár at luttaka í kappróðri á Scilly-oyggjunum, og hesum sambandi verður tiltak niðri í Vágsbotni sunnudagin

Seinastu tvey árini hava føroyameistararnir í tíggjumannafarsróðri luttikið í kapping á Scillyoyggjunum, og soleiðis verður eisini í ár.

Hesu ferð verða menninir tó ikki einsamallir á ferðini, tí kvinnurnar á Jarnbardi, sum í fleiri ár hava verið í oddinum hjá seksmannaførum, hava sum kunnugt eisini boðað frá luttøku.


Savna pening

Hjá tíggjumannaførunum hevur tað verið Amarada Hess, sum hevur stuðla ferðini tey bæði undanfarnu árini, og soleiðis verður eisini í ár.

Amarada hevur eisini stuðlað Jarnbardi í teirra luttøku, soleiðis at teir hava hjálpt til við tilmelding og øðrum formalitetum, eins og genturnar sleppa at nýta bátin, sum Amarada Hess hevur latið, tá tær nú skulu venja seg við at rógva hetta slag av bátum.

Fíggjarliga partinum taka genturnar á bátinum sær av, og í hesum sambandi verður skipað fyri tiltøkum um vikuskiftið.

Sunnudagin fer áttamannafarið, Knørrur, at rógva aftur og fram millum Vágsbotn og Molan í fýra tímar, og í hesum sambandi hava fólk møguleika at stuðla við ávísari upphædd fyri kilometurin.

Eftir róðurin verður drigið millum stuðulsbrøvini, og verða tríggir vinnarar funnir, sum fáa ávíkavist 2.000, 1.000 og 500 kr.

Fiskibrunnur verður fyri yngstu áskoðararnar, meðan tey vaksnu kunnu vinna sær nakrar kakur, ella bara hugna sær við kaka og bollum.

Umframt omanfyristandandi, skipar felagið eisini fyri framsýning, nú 15 ár eru liðin, síðani róðrafelagið varð sett á stovn.

Hesi 15 árini hava manningarnar vunnið hópin av róðrum og heitum, og verða steyp, myndir og annað at síggja hesum viðvíkjandi, umframt at Brendan, sum er venjingarbáturin til komandi kappingina, verður at síggja.