Jarnbardur svaraði aftur

Á Sundalagsstevnuni fyri einari viku síðani var tað rættuliga óvæntað, at kvinnurnar umborð á Gongurólvi vóru stinnari enn tær umborð á Jarnbardi.

Á Jóansøku í Vági var eingin ivi. Um nakar hevði roknað við, at tað á Sundalagsstevnu var talan um nýggjan bát á trúnuni, so er neyðugt at rokna umaftur eftir Jóansøkuróðurin.

Jarnbardur var næstan tríggjar bátslongdir fremsti enn Gongurólvur, sum ikki hevði ein av sínum bestu døgum. Í fyrru royndini var neyðugt hjá dómaranum at skjóta róðurin av, tí Gongurólvur hekk fastur í startinum, og tað fingu kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag gult kort fyri.

 

1 Jarnbardur 5.25.17

2 Gongurólvur 5.33.08

3 Lómur 5.40.04

 

1 Jarnbardur 20

2 Gongurólvur 19

3 Lómur 5