Jarnbardur so nógv fremstur

Eingin spenningur var, tá ið Master manningarnar róðu við 6-mannaførum

Jarnbardur við kvinnum hevur vunnið nógv, og Jarnbardur vann í dag, tá ið tað var kappast í 6-mannaførum kvinnur við Master manningum.

 

Jarnbardur var nógv fremstur alla tíðina, róðrarlagið var framúr gott, og sigurin varð so sera sannførandi. Jarnbardur er harvið FM vinnari í kappingini millum 6-mannaførini kvinnur Masters.

 

Fortuna var greitt næstfremst, Gongurólvur var greitt nummar trý, og Lómur var aftast.

 

1. Jarnbardur 5.30.17

2. Fortuna 5.37.24

3. Gongurólvur 5.43.48

4. Lómur

 

FM úrslitið

1. Jarnbardur (FM) 14

2. Fortuna 11

3. Gongurólvur 11

4. Smyril 4