Jarnbardur siglir sín egna sjógv

Heldur ikki á jóansøku var talan um kapping um fremsta plássið. Kvinnurnar í Róðrarfelagnum Knørri umborð á Jarnbardi vóru fremstar longu, tá ið nøkur fá tøk vórðu tikin, og Jarnbardur var fremstur allan 1000 metra teinin.

 

Fjarstøðan var ikki so stór, sum hon hevur verið undanfarnu tríggjar ferðirnar, tá ið Jarnbardur vann, men í endaspurtinum svam Jarnbardur frá kappingarneytunum, sum hesa ferð bara vóru Rádni úr Fuglafirði og Lómur av Argjum.

 

1 Jarnbardur 05:21.11

2 Rádni 05:29.05

3 Lómur 05:38.09

 

Støðan

1 Jarnbardur 28

2 Rádni 23

3 Lómur 18

4 Herningur 11

5 Sølmundur 7